




Føroyski hondbóltsleikarin, Jóhan á Plógv Hansen fer hin 18.-19. juni 2022 at hava ein hondbóltskúla í Høllini á Hálsi og Gundadalshøllini fyri U10 – U12, og fyri U14 – U18.
Tað verða tveir dagar við nógvari venjing, fyrilestrum, kappingum osv.
Venjingarnar fara at leggja dent á menning av førleikum hjá einstaku leikarunum, og vil í stóran mun fylgja tí venjingarleisti sum er vanligur í Danmark/Týsklandi.
Keyp plássEg eri professionellur hondbóltsleikari, og spæli í løtuni við TSV Hannover Burgdorf í Týsklandi. Eg eri 27 ár. Mín leið móti at gerast proffessionellur hondbóltsleikari uttanlanda, byrjaði sum barn í Kyndil í Tórshavn.
Hondbólturin hevur givið mær nógvar einsastandandi upplivingar. Í 2015 spældi eg fyri fyrstu ferð á altjóða leikpallinum, tá eg var við at vinna silvur við danska U21-landsliðnum í HM-kappingini í Brasilien. Í 2019 var eg við til at vinna gull við danska A-landsliðnum í HM-endaspælinum. Og í 2021 eydnaðist at endurvinna HM gullheiðursmerkið. Á sumri í 2021 vunnu vit eisini silvurheiðurmerkið á Olympisku leikunum í Tokyo. Eg havi eisini spælt nógvar dystir í Champions League, umframt at eg havi verið Danmarksmeistari í 2016, og Føroyameistari fleiri ferðir tá eg sum ungur spældi í Føroyum.
Næsta kappingarár flyti eg til Flensburg Handewitt, sum er eitt tað størsta og sterkasta felagið í Týsklandi. Eg havi 3 ára sáttmála við Flensburg Handewitt, og komi sostatt framhaldandi at spæla í heimsins sterkastu deild, Bundesliga’ini, komandi árini.
At fáa loyvi at spæla saman við og móti heimsstjørnum sum Mikkel Hansen, Niklas Landin, Lasse Svan, Nikola Karabatic, Luc Abalo, Uwe Gensheimer, Sander Sagosen og mongum fleiri tykist óveruligt, men tað er kortini ein dreymur sum hondbólturin hevur givið mær møguleika at uppliva. Tað er eisini mín vón, at ungir føroyskir hondbóltsleikarar hava somu dreymar fyri sína framtíð, og eru sinnaðir at gera tað sum skal til fyri at røkka sínum málum.
Keyp plássHondbóltsskúlin JPH Camp, verður hin 18. – 19. juni í Høllini á Hálsi og Gundadalshøllini.
Kl. 08:00 – 13:00 báðar dagar – U10 – U12
Kl. 14:00 – 19:00 báðar dagar – U14 – U18
Venjingarnar fara at leggja dent á persónliga menning av ymiskum førleikum hjá einstaku leikarunum, og vilja í stóran mun fylgja tí venjingarleisti sum er vanligur í Danmark og Týsklandi.
Kostnaðurin fyri JPH Camp verdur kr. 995,- fyri hvønn. Við í prísinum er ein góður hondbóltur, hondbóltstroyggja, matur og drekka, taska og ein vatndunkur.
Høvuðsvenjarin verður Jóhan á Plógv Hansen. Onnur hjálparfólk koma tó eisini at standa fyri pørtum av venjingunum
Niðanfyri ber til at velja hvønn árgang ynskist at skrásetast til
JPH Camp