Fyrispurning
Fyrispurningar kunnu sendast til Jóhan á Plógv Hansen við telduposti til johanplogv@gmail.com
ella kann ringjast til tlf. +49 1751865291 ella 214500
VENJARAR OG HJÁLPARFÓLK
Høvuðsvenjarar verður Jóhan á Plógv Hansen. Onnur hjálparfólk koma tó eisini at standa fyri pørtum av venjingunum
VENJINGAR
Venjingarnar fara at leggja dent á menning av førleikum hjá einstaku leikarunum til tey ymsu leikplássini á hondbóltsvøllinum, og vil í stóran mun fylgja tí venjingarleisti sum er vanligur í Danmark og øðrum londum.
Talan er tó ikki um einstakligavenjing, men um venjing sum er ætla til t.d. vengur, bakkar, spælskiparar, málmenn o.s.fr.
FLUTNINGUR OG UPPIHALD
Luttakarar skulu sjálvir syrgja fyri og gjalda fyri flutning millum heim og venjingarstaðið, umframt møguligar útreiðslur til uppihald báðar dagarnar.
KOSTNAÐUR
Luttakaragjaldið er DKK 995,- og inniheldur:
– luttøku á hondbóltsskúlanum 20. og 21. juni
umframt at luttakarar fáa:
– ein hondbólt sum skal nýtast til venjingarnar
– ein vatn dunk
– eina ítróttartasku
– eina hondbóltstroyggja í tí stødd sum er upplýst í samband við tilmeldingina
– mat og drekka báðar dagarnar.
Allir prísir eru í DKK og eru við meirvirðisgjaldi.
Víðarisøla av luttakaraplássið, við vinningi fyri eyga, er ólóglig og verður meldað til løgregluna
GJALDSMØGULEIKAR
Gjaldast skal við gjaldskortið í samband við tilmeldingina. Goldið verður umvegis donsku fyritøkuna QuickPay.
Tikið verður ímóti hesum kortum:
- Visa
- Visa Electron
- V Pay – Visa
- MasterCard
- Maestro
- JCB
KVITTAN
Kvittan verður send til uppgivnu teldupost adressuna beinanvegin goldið er.
IÐRANARRÆTTUR
Ikki er møguligt at fáa pening endurgoldnan fyri keypt luttakaraprógv.
ENDURGJALD
Luttøkugjald verður ikki endurgoldið, um luttakarin ikki luttekur orsakað av ringum veðurlíkindum, sjúku ella øðrum viðurskiftum, sum fyriskiparanir ikki hava ræði á.
TRYGGING
Trygging av luttakarum móti skaða í samband við hondbóltsskúlan, verður ikki teknað av fyriskiparum. Luttakarar sum ynskja trygging, skulu sjálvir tekna og gjalda slíka trygging.
HEIMASÍÐA
Sp/f Tatanka stendur fyri heimasíðuni.
Varðagøta 54
V-tal: 488135
+298 214500